top of page
VEITINGAR

RÁÐ veitir ráðgeving innan byggiverkætlanir í øllum vavi.
 

Í størri verkætlanum hevur RÁÐ drúgvar royndir við leiðslu, sum skal vera við til at tryggja, at væntanirnar hjá byggiharranum verða uppfyltar bæði tá tað kemur til dygd, tíð og kostnað.
 

RÁÐ veitir ráðgeving í øllum skeiðum heilt frá planlegging, prosjektering, bygging og til nýtslutøku, 1 árs eftirlit og 5 ára eftirlit:

 


Byggiharraráðgeving/prosjektleiðsla

Byggiharraráðgevingin kann umfata alt frá fullari prosjektleiðslu vegna byggiharran, til at veita tann neyðuga stuðulin, tørvur er á útyvir organisatiónina hjá byggiharranum. Talan kann m.a. vera um byggiskrá, sáttmálar, tingingar, yvirskipað stýring av dygd, tíð og kostnaði í øllum skeiðum.
 

Útyvir tær vanligu skipanirnar, hevur RÁÐ royndir innan m.a. heildarveiting og partalag
 

Prosjekteringsleiðsla

Prosjekteringsleiðslan umsitur sáttmálan millum byggiharra og ráðgevar, og samskipar prosjekteringsarbeiðið, soleiðis at tað uppfyllir væntanirnar, sum eru staðfestar í byggiskránni.

Byggileiðsla

Byggileiðslan umsitur sáttmálan millum byggiharra og arbeiðstakarar, og stýrir sjálvari byggingini við atliti at dygd, tíð og kostnaði, frá byrjan til enda.
 

Fakeftirlit

Fakeftirlitið fylgir við, at byggingin verður sum fyriskrivað í prosjektinum.
 

Smærri verkætlanir

Innan smærri verkætlanir veitir RÁÐ verkfrøðinga prosjektering innan konstruktiónir og anlegg.

Býar- og ferðsluplanlegging

 

RÁÐ hevur serfrøði innan býar- og ferðsluplanlegging m.a. innan hesi øki:

Ferðsluplanir og langtíðarætlanir, vegareglur, ferðslutrygdarplanlegging, parkeringsplanlegging, ferðslutrygdargrannskoðan, rakstur og hald, býarskipan v.m.

bottom of page